Finalistarnir í Pangea 2023 heiðraðir

30. mars 2023

Í morgun vórðu teir næmingar í Vestmanna skúla, sum komu í finaluna í Pangea 2023 heiðraðir.

Sandra Hansen úr 4. flokki og Sára B. Joensen úr 5. flokki komu í finaluna í Pangea 2023, og til morgunsangin í dag, vórðu tær heiðraðar.

Skúlastjórin handaði teimum hvør sína gávu fyri sítt góða íkast.

Tær søgdu tað hava verið stuttligt at luttaka - at tað var gott at fáa øðrvísi og torførari uppgávur enn vant. 

Vit ynskja teimum til lukku við finaluplássunum, og vóna at tað eydnast eins væl hjá teimum næsta ár.

Deil