Pangea Føroyar 2023

29. mars 2023

Næmingar úr Vestmanna skúla fingu góð úrslit í Pangea støddfrøðikappingini.

Næmingar í 4., 5. og 6. flokki Vestmanna skúla hava síðstu mánaðirnar luttikið í Pangea støddfrøðikappingini, ið er ætlað næmingum í 3. - 9. flokki. 1157 næmingar úr 13 ymiskum skúlum í landinum vóru tilmeldaðir kappingina í ár.

Í 1. umfari, sum varð hildið í januar, luttóku øll 1157. 10 tey bestu úr hvørjum árgangi roknaðu seg víðari til 2. umfar. 

4 næmingar úr okkara skúla komu víðari til 2. umfar. Lea Jóhansdóttir og Sára Hjørleivsdóttir úr 6. flokki, Sára B. Joensen úr 5. flokki og Sandra Hansen úr 4. flokki. 2. umfar var 18. februar í Eysturskúlanum, haðani komu 5-6 úr hvørjum árgangi víðari til finaluna. Lea og Sára vóru tíverri ikki við vegna sjúku.

2 næmingur úr okkara skúla komu í finaluna. Sandra Hansen úr 4. flokki og Sára B. Joensen úr 5. flokki.

Leygardagin 25. mars, var finalan í Pangea Føroyar hildin í Norðurlandahúsinum. Sandra gjørdist nummar 2 í sínum árgangi, og Sára er millum 5 tey bestu í sínum árgangi. Hesum eru vit, sum skúli errin av. Í hesum sambandi fingu tær handaða eina lítla viðurkenning á morgnsangi.

 

Um Pangea:


Pangea-støddfrøðikapping verður hildin í 12 londum. Talan er um eina stuttliga og avbjóðandi kapping fyri næmingar í 3. til 9. flokki, sum eisini gevur næmingum møguleika at knýta vinabond og fáa íblástur og stimbur frá líkasinnaðum javnaldrum. Umframt at snúgva seg um rokning, menna uppgávurnar eisini førleikan at hugsavna seg um og at loysa torgreiddar spurningar.

Pangea-støddfrøðikappingin hevur verið hildin fleiri ferðir í Føroyum við støðugt vaksandi luttøku. Pangea-støddfrøðikappingin hevur til endamáls at vísa á, at støddfrøði kann væl vera stuttlig. Í tí sambandi er ein annar týðandi boðskapur: ”Ótti fyri støddfrøði er ógrundaður; øll kunnu eydnast.”

Deil