Barnadansistevna í Runavík

27. mars 2023

Seinasta ár fingu vit ein frálíkan túr til Eiðis á barnadansistevnu - so vit gera tað enn einaferð! 22. apríl luttaka vit á barnadansistevnu í Runavík. Tilmelding í seinasta lagi 31. mars kl 12:00.

22. apríl verður barnadansistevna í Runavík. Tað er Eysturoyar dansifelag, sum saman við Sláið Ring skipar fyri, og dagurin er púrasta ókeypis.
Farið verður við bussi til Runavíkar, har vit:

Kvøða
Fara útferð
Fáa døgurða og okkurt søtt
Hitta børn úr øllum landinum
Vestmanna skúli luttekur, og Elin Maria Olsen fer við. Foreldur og systkin eru vælkomin við, og hetta er sjálvandi eisini ókeypis.

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til elin.maria.olsen@skulin.fo í seinasta lagi 31. mars 2023 kl 12:00. Í teldupostinum skal standa:

Navn á luttakara:
Navn á foreldri/verja:
Tlf. Foreldur/verji:
Um foreldur og systkin koma við, so upplýs eisini navn á teimum:
Koma tit við bussinum:


GG!! Koma systkin undir skúlaaldur við, er neyðugt at eitt vaksið fólk kemur við

Deil