Námsfrøðiligur stuðul
Vestmanna skúli søkir eftir einum námsfrøðiligum stuðli til næming við Downs syndrom frá 1. august 2025 til 31. juli 2026 (setanarbrot 0,5).
Førleikakrøv:
Námsfrøðingur ella royndir sum námsfrøðiligur stuðul.
Harafturat leggja vit dent á, at tú:
• Vilt arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visión skúlans
• Vilt samstarva við starvsfólki skúlans.
• Ert fyrikomandi og sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingunum
• Hevur áræði at taka ábyrgd
Lønar- og setanartreytir:
Starvið er sáttmálasett og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Starvið verður flokkað í 13, 15, 17, 19, 21, 23 og 24. Námsfrøðiligir atstøðingar verður flokkað í lønarflokkunum 9 – 14. Hjálparfólk verður flokkað í lønarflokkunum 3-9. Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsóknir:
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 31. juli 2025 kl. 12.00. Umsóknir kunnu sendast umvegis teldupost til: kristianna.vinniedottir@skulin.fo ella til Toftavegur 12, 350 Vestmanna.
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Kristionnu Vinniedóttir tlf. 230100