Karamelludagur
Í morgun kom ein genta úr 1. flokki til mín og segði: "Heldur tú ikki, at tað var stuttligt í gjár, Elin Maria?" Og jú, sanniliga, var tað stuttligt! 9. flokkur hevði skipað fyri einum framúr seinasta skúladegi, í fagrasta veðri, har bæði næmingar og lærarar hugnaðu sær.
Sum vanligt bjóðaði 9. flokkur lærarum, húsavørðum, vaskikonum, tannlæknastovuni, heilsufrøðinginum og øllum teimum, sum hava verið um tey hesi 9 árini, til morgunmat. Vit høvdu eina hugnaliga løtu saman við práti og røðum, áðrenn vit fóru út á vøllin, har 9. flokkur hevði gjørt klárt við tónleiki, spølum, og felagsdansi.
Eftir tann fyrsta felagsdansin var tað fótbóltsdystur: lærararnir móti 9. flokki. Hinir næmingarnir, ið vóru áskoðarar, róptu og stuðlaðu, so tað rungaði eftir í. Men eftir ein harðan dyst, vunnu lærararnir 2-1!
Aftan á skuldu næmingarnir aktiverast. 9. flokkur hevði fyrireikað eina postarenning við fýra postum, har næmingar spældu ymisk spøl og kappaðust; tey spældu mordari, runnu stafett, spældu kross og bolla, og stein, saks, pappír - alt tillagað til rørsluspøl.
Eisini vóru kappingar á pallinum, har næmingar og lærarar luttóku. Onkur lærari fekk eisini eina gávu frá flokkinum, men eg havi fingið noktað at leggja H71 blusuna út á heimasíðu skúlans ;)
Alt endaði við sanginum Skúlin er liðugur, og størsta vatnkrígginum, skúlin hevur sæð í nógv ár.
Jú, hetta var sanniliga ein stuttligur og væl fyrireikaður dagur. Vit takka 9. flokki fyri dagin og tíðina, og ynskja teimum bestu eydnu við próvtøkunum, ið standa fyri framman!