Endurlýsing - Starv í Vestmanna skúla
Tíðaravmarkað starv restina av skúlaárinum leyst at søkja
Starv í Vestmanna skúla
Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað fulltíðar starv at byrja skjótast gjørligt.
Førleikakrøv
Tann, ið settur verður í Vestmanna skúla, skal hava læraraútbúgving. Skúlanum tørvar lærara, ið kann átaka sær at undirvísa í føroyskum, støddfrøði, náttúru og tøkni og at undirvísa í føroyskum sum annaðmál.
Lønar- og setanartreytir
Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur frammanundan. Starvið er lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir
Umsóknir við CV og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. januar 2023 kl. 12.00. Umsóknir verða sendar til:
Vestmanna skúla
Toftavegur 12
FO 350 Vestmanna ella í teldubrævi til: eyddis@uvs.fo
Nærri fæst at vita um skúlan og starvið á heimasíðu okkara og við at venda sær til virkandi skúlastjóran, Eyðdis Eidesgaard tlf. 555048