Karamelludagur
19. mai 2025
Týsmorgunin 20. mai hittast vit øll á vøllinum kl. 9.00 til ein stuttligan karamelludag. Vit fara at siga 9. flokki farvæl, og tey skipa fyri spølum og undirhaldi til okkara.
Næmingar í grunddeild, sum hava tørv á ansing frá kl. 8.00, verda biðnir um at boða flokslæraranum frá.
Tey børn, ið fara í frítíðarskúla eftir dagin, skulu minnast til skiftiklæðir.
Dagurin endar kl. 11.20.
Deil