Varaskúlastjóri til Vestmanna skúla

07. mai 2025

Søkt verður eftir varaskúlastjóra í fast starv at byrja 1. august 2025

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum

  • undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans
  • dugir at samstarva og er fyrikomandi
  • er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlaleiðarans.

Harumframt skal varaskúlastjórin

  • standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning í skúlanum
  • undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans
  • vera førur fyri at loysa trupulleikar

Lønar- og setanartreytir

Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið verður lønt í lønarflokki 33-1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann setti er tænastumannasettur lærari frammanundan

Førleikakrøv

Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Umsóknir

Umsóknir við møguligum viðmælum, lívsrensl og avriti av prógvum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 16. mai kl. 16.00

Meiri kunning um starvið fæst við at venda tær til Kristionnu Vinniedóttir, skúlastjóra tlf. 230100 ella við at senda teldupost til kristianna.vinniedottir@skulin.fo

Deil