Mumi 80 ár
02. mai 2025
Hósdagin 1. mai vóru allir næmingar í grunddeild bodnir í 80 ára føðingardag, tí at tað vóru 80 ár síðani, at fyrsta Mumi bókin varð útgivin í 1945.
Vestmanna Skúlabókasavn helt føðingardagin. Næmingarnir fingu okkurt gott at drekka og eta, og hoyrdu søgu úr einum av Mumi bókunum. Harumframt sluppu teir at hoyra og síggja Mumisangin á føroyskum.
Deil