Lærarastørv í Vestmanna skúla - skúlaárið 2025/2026
Ert tú eldhugaður lærari, ið brennir fyri at gera mun? Kundi tú hugsað tær at verið partur av einum ágrýtnum og kreativum toymi, har fakligheitin er í hásæti? So er Vestmanna skúli rætta arbeiðsplássið til tín.
Søkt verður eftir:
- tveimum lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2025/26, vegna farloyvi
- einum lærara í tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar. Starvið verður sett 1. septembur, samstundis sum endaligur setanarbrøkur verður settur.
Tann, ið settur verður, skal kunna undirvísa í øllum deildum umframt at røkja flokslærarauppgávu.
Vestmanna skúli er ein miðalstórur skúli við uml. 170 næmingum, sum virka í einum stuðlandi og mennandi læruumhvørvi. Skúlin er rótfestur í bygdarmentanini og liggur í náttúruvøkrum umhvørvi, beint við Gjógvará og viðarlundina, eitt hanagleiv frá bæði sandinum og haganum.
Vit leggja dent á at hava fakliga høgt støði, har næmingar og lærarar tráa eftir at røkka langt í felag. Skúlin er merktur av einum felagsskapi, har lærararnir altíð eru til reiðar at førleikamenna seg og royna nýggjar undirvísingarleiðir.
Vit leita eftir tær sum hevur hesar førleikar
- megnar at samstarva og samskifta
- er til reiðar at menna teg og skúlan
- hevur ein jaligan hugburð til næmingar og undirvísing
- dugir at fevna um ymisleikan og taka ábyrgd
Førleikakrøv
Tann, ið settur verður, skal hava læraraprógv
Barnaváttan krevst í samband við setanina.
Lønar- og setanartreytir
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Størvini verða sett í lønarflokkunum 18.1 - 29.2 sambært avtalu millum Føroya lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir við CV, avrit av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 08.05.2025 kl. 12:00 Umsóknir verða stílaðar til Kristionnu Vinniedóttir, skúlastjóra á kristianna.vinniedottir@skulin.fo. Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Kristionnu á tlf. 230100.