Jól í Vestmanna skúla
16. desember 2022
Jóladagar í komandi viku
Í komandi viku verður vanliga tímatalvan niðurløgd, og vit hava jóladagar mánadag og týsdag. Grund- og miðdeildin hevur frí kl. 12.30.
1. til 3. flokkur fer í frítíðarskúla kl. 12.30 mánadag og týsdag og kl. 11.30 mikudag.
Mikudagin 21. desember møta øll kl. 9.00
Farið verður til gongu oman í kirkjuna til jólagudstænastu leik. Aftaná fara øll niðan aftur í skúlan.
Flokkarnir fara við flokslærara í flokshølið at ynskja hvørjum øðrum gleðilig jól, og øll fáa jólapakka. Næmingarnir í 6. – 10. flokki fáa støðumet.
Síðan verður farið í jólaferiu.
Skúlagongdin byrjar aftur týsdagin, 3.januar 2023, kl. 8.00.
Deil