Pangea Føroyar 2025
Næmingar úr Vestmanna skúla hava síðstu mánaðirnar luttikið í Pangea støddfrøðikappingini, ið er ætlað næmingum í 3. - 9. flokki. 1949 næmingar úr 21 ymiskum skúlum í landinum vóru tilmeldaðir kappingina í ár.
Í 1. umfari, sum varð hildið í januar, luttóku øll 1949. 10 tey bestu úr hvørjum árgangi roknaðu seg víðari til 2. umfar.
8 næmingar úr okkara skúla komu víðari til 2. umfar. Sandra Jákupsdóttir úr 6. flokki, Súna Høgnadóttir úr 5. flokki, Rúni Joensen og Fríði Joensen úr 4. flokki, Hanna Jákupsdóttir, Elias Olsen, Brandur Poulsen og Nói Zachariassen úr 3. flokki. 2. umfar var 22. februar í Eysturskúlanum, haðani komu 5-6 úr hvørjum árgangi víðari til finaluna.
5 næmingur úr okkara skúla komu í finaluna. Sandra úr 6. flokki, Rúni og Fríði úr 4. flokki, Elias og Nói úr 3. flokki.
Leygardagin 22. mars, var finalan í Pangea Føroyar hildin í Skúlanum á Fløtum. Sandra gjørdist nummar 2 í sínum árgangi, Nói og Fríði fingu hvør sítt 3. pláss. Hesum eru vit, sum skúli errin av. Í hesum sambandi fingu tey handaða eina lítla heilsan frá skúlanum á morgunsangi.
Um Pangea:
Pangea-støddfrøðikappingin byrjaði í Týsklandi fyri nógvum árum síðani, og verður nú hildin í 12 londum. Talan er um eina stuttliga og avbjóðandi kapping fyri næmingar í 3. til 9. flokki, sum eisini gevur næmingum møguleika at knýta vinabond og fáa íblástur og stimbur frá líkasinnaðum javnaldrum. Umframt at snúgva seg um rokning, menna uppgávurnar eisini førleikan at hugsavna seg um og at loysa torgreiddar spurningar.
Pangea-støddfrøðikappingin hevur verið hildin fleiri ferðir í Føroyum við støðugt vaksandi luttøku. Pangea-støddfrøðikappingin hevur til endamáls at vísa á, at støddfrøði kann væl vera stuttlig. Í tí sambandi er ein annar týðandi boðskapur: ”Ótti fyri støddfrøði er ógrundaður; øll kunnu eydnast.”