Les gular bøkur fram til páskir
Næmingar í 1. flokki søgdu mær frá góðum bókum, tá eg var á bókasavninum í dag. Tað var eisini stuttligt at síggja hvussu næmingarnir viðmæltu hvørjum øðrum bøkur at lesa. Hetta var í samband við lesiátakið "Gular bøkur", sum bókasavnið skipar fyri.
Í hesum døgum skipar bókasavnið fyri kapping.
Allir næmingar og lærarar, sum lesa gular bøkur fram til páskafrítíðina eru við í lutakasti um eitt gult páskaregg ella ein posa av Mini eggs. Gular bøkur, eru tær, ið hava eitthvørt gult á permuni, og tað er sostatt ikki neyðugt at øll bókin sum hon er, er gul.
Næmingarnir kunnu eisini lesa gular bøkur heima ísv. kappingina.
Ein vinnari verður drigin í hvørjari deild, og vit gleða okkum at síggja hvør vinnur, men eisini til at vita hvussu nógvar bøkur verða lisnar.