Morgunsangurin 9. des.

10. desember 2022

Hugnaligt til morgunsang

Til morgunsangin í gjár vóru vit boðin til jólakonsert hjá okkara dugnaligu næmingum, ið ganga til hornblástur hjá Atla og Ken. Í løtuni ganga fleiri enn 30 næmingar til hornblástur, og eru vit so heppin, at teir javnan framføra fyri næmingum og lærarum í skúlanum. 

Eftir framførsluna sungu vit øll Gleðilig jól í felag. Ein sera hugnalig løta. 

Deil