Vestmanna skúli á Kvæðastevnu

10. februar 2025

Týsdagin 4. februar luttóku 4. og 6. flokkur á Kvæðastevnu fyri miðdeild fólkaskúlans í Norðurlandahúsinum, saman við 1200 børnum úr øllum landinum. Kvæðastevnan hevur til endamáls at kveikja áhuga í føroyskum dansi, soleiðis at hesin dýrabari mentanararvur okkara fær bestu umstøður at blóma.

Á kvæðastevnuni lærdu næmingarnir kvæði gjøgnum spøl, tey lærdu dansispøl og kvóðu sjálvandi eisini. Dagurin endaði við kvæðaløgum frá Hamradun, og fleiri næmingar tóku eisini myndir við tónleikarunum.

 

 

Deil