Næmingaráðini á Barnaráðstevnu
Hin 21. januar luttóku næmingaráðini í Vestmanna skúla á Barnaráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Her høvdu næmingarnir høvi at koma við sínum ískoyti til nýggju barnalógina, sum er í gerð.
Undan ráðstevnuni høvdu allir flokkarnir arbeitt við spurningum um heim og grannalag/nærumhvørvi, frítíð og heilsu, og dagstovn og skúla. Hetta fyri at næmingarniráðini kundu umboða sjónarmiðini hjá øllum skúlanum.
Lærararnir sluppu ikki til orðanna henda dagin, men virkaðu sum skrivarar og eygleiðarar.
Verkstovurnar vóru væl fyrireikaðar. Næmingarnir skuldu kjakast um tvístøður innan skúlagátt, eitt nú um fartelefonreglur og klædnareglur, teir skuldu gera raðfestingar í samfelagnum og teir skuldu skriva eitt bræv, og siga frá hvat tey ynsktu í einum samfelagi, har einki var.
Næmingarnir vóru skilagóðir og løgdu dent á samstarv við skúla og lærarar, samstundis sum teir ynsktu frælsi við ábyrgd.
At enda havi eg hug at nevna, at felagseyðkkennið sum varð tikið fram síðst á degnum, var at á raðfestingarlistunum, endaði telefonin ógvuliga niðarliga – hjá fleiri aftast. So hóast hon fyllir nógv í gerandisdegnum, skilja næmingarnir órógvið, sum fylgir við henni.
Vit gleðast um at næmingarnir verða tiknir við uppá ráð, tá lógir um teir skulu smíðast.