Tíðaravmarkað lærarastarv í Vestmanna skúla - skúlaárið 2024/2025

14. januar 2025

Ert tú eldhugaður lærari, ið brennir fyri at gera mun? Kundi tú hugsað tær at verið partur av einum ágrýtnum og kreativum toymi, har yrkisføri er í hásæti? So er Vestmanna skúli rætta arbeiðsplássið til tín.

Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað starv, setanarbrøkur er uml. 0,5. Tíðarskeiðið er frá 29. Januar 2025 til 20.06 2025.

Skúlin hevur tørv á lærara, sum millum annað kann undirvísa í náttúru og tøkni.

Vestmanna skúli er ein miðalstórur skúli við 170 næmingum, sum virka í einum stuðlandi og mennandi læruumhvørvi. Skúlin er rótfestur í bygdarmentanini og liggur í náttúruvøkrum umhvørvi, beint við Gjógvará og viðarlundina, eitt hanagleiv frá bæði sandinum og haganum.

Vit leggja dent á at hava fakliga høgt støði, har næmingar og lærarar tráa eftir at røkka langt í felag. Skúlin er merktur av einum felagsskapi, har lærararnir altíð eru til reiðar at førleikamenna seg og royna nýggjar undirvísingarleiðir.

Vit leita eftir tær sum hevur hesar førleikar

  • megnar at samstarva og samskifta
  • er til reiðar at menna teg og skúlan
  • hevur ein jaligan hugburð til næmingar og undirvísing
  • dugir at fevna um ymisleikan og taka ábyrgd

 

Førleikakrøv

Tann, ið settur verður, skal hava læraraprógv og førleika at undirvísa í omanfyrinevndu lærugrein.

Barnaváttan krevst í samband við setanina.

 

Lønar- og setanartreytir

Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið verður sett í lønarflokkunum 18.1-29.2 sambært avtalu millum Føroya lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir við CV, avrit prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi kl. 12:00 Umsóknir verða stílaðar til Kristionnu Vinniedóttir, skúlastjóra á kristianna.vinniedottir@skulin.fo. Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Kristionnu á tlf. 230100.

Deil