Myndir frá skreiðidegnum!
10. januar 2025
Kuldin prikar í kjálkum og fingrum. Sletan livir sítt egna lív og kavarokið flýgur um oyruni, meðan eg royni at hald fast, so at óslætti kavin ikki tveitir meg av sletuni við einum bumpi. Tað kitlar í búkinum, og eg flenni hart, meðan eg fari við fúkandi ferð oman brekkuna.
Tað er so stuttligt at skreiða. Bæði børn og barnsligar sálir gleða seg til skeiðiðdagin í skúlanum, tá bæði næmingar og lærarar fara út at spæla í kavanum. Í dag hava vit havt árliga skreiðidagin.Tá børnini vóru vorðin køld fingu tey kakao og fransktbreyð í skúlanum.
Ein góð kensla at fara í vikuskifti við.
Deil