Skreiðidagur 10. januar

09. januar 2025

Fríggjadagin 10. januar verður skreiðidagur

Vit hava vanliga undirvísing tveir teir fyrstu tímarnar, og síðan verður farið á ovara partin av Fjallsvegi at skreiða. Kommunan hevur verið so beinasom at stongja vegin fyri ferðslu. Aftaná bjóðar skúlin fransbreyð og kakao. Allir næmingar hava frí kl. 11.20.

Deil