Frásøgn: Jólavikan í Vestmanna skúla

23. desember 2024

Jólini eru ein hugnalig tíð, har øll, bæði næmingar og lærarar, gera sítt íkast fyri hugna um í skúlanum. Serliga seinasta vikan undan jólum hevur verið góð, tá skúlin minti mest um verkstaðin hjá jólamanninum.

Mánadagin byrjaðu jólaverkstaðirnir næmingunum. Eldru næmingarnir høvdu glett seg at sleppa yvir á Kongsteigar at vera jólahjálparar hjá teimum yngru, og har varð alt millum himmal og jørð evnað til: okkurt úr træi, okkurt úr knappum, okkurt úr bókum og okkurt í køkinum. Men júst, hvat fari eg ikki at avdúka her, tí hvør veit? Kanska okkurt endar undir jólatrænum. Næmingarnir lærdu í øllum førum eisini eitt sindur um kreativa innpakking.

9. flokkur skipaði eftir fornum siði fyri jólaveitsluni í hádeild. Tað er altíð eitt hugnaligt kvøld. Øll møta í stívasta pussi til eitt borðhald, har 9. Flokkur skipar fyri felagssangi, undirhaldi og mati. Og tað er so stuttligt at síggja hesar ungu næmingar, sum hava pyntað seg til høvið, uttanfyri skúlastovurnar.

Hósdagin var jólafest fyri allar næmingarnar: 1., 2., flokkur og barnasangkórið skipaðu fyri sangi, 2. flokkur lærdi okkum at dansa jenka, og 5. flokkur lærdi okkum at dansa okkurt í meira modernaðum stíli. 6. flokkur framførdi leikin Tankarnir í Hamferð, og eisini Tey Kulu sluppu framat at framføra sketsjir úr skúlastovuni.

Sjálvandi dansaðu vit eisini jólatræ, og meðan vit sungu Lítla Fitta Nissa mín, byrjaði at larma á pallinum. Vit høvdu fingið vitjan av manninum við reyða búnanum og hvíta skegginum, sum gav børnunum hvør sín pakka. Áh den gleðisrómur, ið var í auluni tá.

Fríggjadagin endaðu vit árið við at fara í kirkju, har 4. flokkur framførdi ein góðan kirkjuleik um jólaevangeliið, og fekk sum vant eina gávu frá Vestmanna kirkju afturfyri.

Tað er stuttligt at skipa fyri, tá øll gera sín stóra part fyri at alt eydnast. Stóra tøkk til næmingar og lærarar fyri henda deiliga jólamánaðin.

Gleðilig jól og gott nýggjár. Vit gleða okkum til at síggja tykkum aftur fríggjadagin 3. januar 2025.

Deil