Lusiudagur í Vestmanna skúla

13. desember 2024

Í dag er lusiudagur, og 3. flokkur hevur gingið lusia fyri okkum eftir morgunsangin. Tey sungu so vakurt, og søgdu okkum frá søgnum um Lusiu. Tey hava lært so nógv um Lusiu, at ikki alt verður endurgivið her, men kanska tit læra eitt sindur av brotinum, ið er lagt út.

"Sambært søgnini var Lusia ein ung, vøkur og rík kvinna, sum búði á italsku oynni Siciliu um ár 300. Hon var kristin og hevði eina sterka trúgv á Guð. Um tað mundi var, í Italia, ikki loyvt at trúgva á aðrar gudar enn teir rómversku gudarnar, sum til dømis Apollo og Jupiter.

Fólk, sum høvdu aðra trúgv máttu halda hetta dult fyri myndugleikunum. Nógv av teimum kristnu, ið tá í tíðini búðu í Italia blivu avdúkað, og máttu antin ríma av landinum ella verða revsað. Nógv blivu dripin, og gjørdust síðani halgimenni.

Lusia varð ikki dripin beinanvegin.

Mamma Lusiu gjørdist ólekiliga sjúk. Tí helt Lusia, at tær skuldu fara út á grøvina hjá tí heilagu Agatu, tí tað segðist at tað hendu undur, um ein bað við hennara grøv

Mamman og Lusia løgdust á knæ við grøvina at biðja. Síðani sovnaði Lusia, og í dreyminum møtti hon Agate, sum segði, at Lusia sjálv hevði grøtt mammuna við síni sterku trúgv á Guð.

Afturfyri hetta segði Lusia, at tær skuldu geva allar sínar pengar… ja alt sum tey áttu til tey fátæku… sum takk fyri at mamman varð grødd.

Tá maður Lusiu, sum ikki var kristin, hoyrdi um hetta, bleiv hann so illur, at hann meldaði Lusiu til teir rómversku myndugleikarnar.

Lusia varð sett fyri ein rómverskan dómara, og bleiv dømd til trælaarbeiði. Tá ið hermenninir komu eftir Lusiu, stóð hon so føst, at ikki bar til at flyta hana.

Ein av halgisøgunum sigur frá, at fyrst royndu 1000 menn at flyta hana, síðani royndu 1000 oksar, men einki hjálpti, teir orkaðu ikki flyta hana.

Aðrar sagnir fortelja, at roynt varð at stoyta kókandi vatn yvir Lusiu, og tendra bál runt um hana. Men einki av tí skalaði Lusiu. Ja, tey stungu enntá eyguni út á henni. Hon fekk bara onnur, enn vakrari eygu í staðin. Í dag er Lusia verndarhalgimenni fyri eygu..."

"...

Hetta eru bert nakrar av sagnunum um Lusiu. Um vit skuldu sagt tykkum allar, høvdu tit ikki sloppið heim í kvøld.

Takk fyri okkum. Nú gleða vit okkum til eina góða og hugnaliga løtu saman við tykkum."

Deil