Tíðaravmarkað lærarastarv í Vestmanna skúla
Ert tú eldhugaður lærari, ið brennir fyri at gera mun? Kundi tú hugsað tær at verið partur av einum ágrýtnum og kreativum toymi, har fakligheitin er í hásæti? So er Vestmanna skúli rætta arbeiðsplássið til tín.
Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað starv, setanarbrøkur er 1,0. Tíðarskeiðið er frá 03. januar 2025 til 20.06. 2025.
Skúlin hevur tørv á lærara, sum millum annað kann undirvísa í alis og evnafrøði, støddfrøði og náttúru og tøkni.
Vestmanna skúli er ein miðalstórur skúli við 170 næmingum, sum virka í einum stuðlandi og mennandi læruumhvørvi. Skúlin er rótfestur í bygdarmentanini og liggur í náttúruvøkrum umhvørvi, beint við Gjógvará og viðarlundina, eitt hanagleiv frá bæði sandinum og haganum.
Vit leggja dent á at hava fakliga høgt støði, har næmingar og lærarar tráa eftir at røkka langt í felag. Skúlin er merktur av einum felagsskapi, har lærararnir altíð eru til reiðar at førleikamenna seg og royna nýggjar undirvísingarleiðir.
Vit leita eftir tær sum hevur hesar førleikar
-
megnar at samstarva og samskifta
-
er til reiðar at menna teg og skúlan
-
hevur ein jaligan hugburð til næmingar og undirvísing
-
dugir at fevna um ymisleikan og taka ábyrgd
Førleikakrøv
Tann, ið settur verður, skal hava læraraprógv og førleika at undirvísa í omanfyrinevndu lærugreinum.
Barnaváttan krevst í samband við setanina.
Lønar- og setanartreytir
Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið verður sett í lønarflokkunum 18.1-29.2 sambært avtalu millum Føroya lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir við CV, avrit prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 16.12.2024 kl. 12:00 Umsóknir verða stílaðar til Kristionnu Vinniedóttir, skúlastjóra á kristianna.vinniedottir@skulin.fo. Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Kristionnu á tlf. 230100.