Løgreglan vitjar
05. november 2024
Sum liður í SSP-samstarvinum hevur løgreglan í dag m.a. vitjað 1. flokkarnar
Næmingarnir lurtaðu hugtiknir og spurningarnir vóru fleiri, tá ið løgreglumaðurin greiddi frá, hvussu vit eiga at bera okkum at í ferðsluni - bæði til gongu og á súkklu. At enda fingu næmingarnir prógv uppá, at tey hava fingið frálæru í ferðslu.
Eisini vitjaði løgreglan í 6. og 9. fl. Til ber at lesa meir um undirvísingina hjá løgregluni her: https://ssp.fo/politiid-i-ssp/undirvising/
Deil