Verið vælkomin til felags foreldrafund

17. oktober 2024

Mikukvøldið 23. oktobur kl 19.00 skipar skúlastýrið fyri felags foreldrafundi í auluni í Vestmanna Skúla.

Gunnhild Dahl Niclasen kemur at halda fyrilestur um “Endurnýtslu, matoysl og burðardygd”.
Eisini verður ársfrágreiðingin hjá skúlastýrinum løgd fram og ein góður kaffimunnur at fáa.
Frágreiðing verður um skúlastýrisarbeiði, nú tað stundar til skúlastýrisval, sum verður 12. novembur samstundis sum kommunuvalið er. Vit vóna at síggja nógv foreldur.

Verið vælkomin
Skúlastýrið

Deil