Góða heystfrítíð

11. oktober 2024

Heystið er komið, og nú gerst vátari og kaldari í veðrinum. Tó er hetta ein stuttlig og spennandi tíð, har vit bæði fletta og taka eplir upp.

Hetta er partur av okkara siðaarvi og vit meta tað vera av stórum týdnini, at næmingarnir sleppa at royna og læra hetta.

Í farnu viku var 4. flokkur mánadagin og hugdu at meðan Niels Pedersen fletti eitt lamb. Eisini sluppu tey at royna seg, tey vóru sera ágrýtin og royndu at tumma og annað. Eisini sleppa næmingarnir at royna seg í køkinum, tá blóðmørur skal seymast.

6. flokkur setti epli niður í vár, og nú sluppu tey at taka tey uppaftur. Eplini fingu næmingarnir við heim.

Stuttligt tá næmingarnir ágrýtnir fara til verka.

Við hesum ynskja vit øllum góða heystfrítíð. Vit síggjast aftur mánadagin 21. oktobur.

Deil