Virkin oktober 2024

09. oktober 2024

Aftur í ár skipar Heilsustýrið fyri virkin oktober. Eitt fantastiskt átak, sum hjálpir okkum seta sjóneykuna á sálarliga heilsu, og sjálvandi taka vit undir við tí.

Virkin oktober tekur støði í boðskapunum hjá ABC fyri sálarliga heilsu, sum eru: ver virkin, ver saman og ver hugbundin. Heilsustýrið hevur gjørt ein álmanakka við hugskotum um hvussu vit kunnu røkka hesum.

Hetta hava vit tikið til okkum í Vestmanna skúla.

Hvønn morgun lesur ein næmingur dagsins hugskot, og ber tað til, gera vit tað í felag. Eitt nú hava vit strekt kroppin, onkur flokkur hevur savnað rusk, vit hava sungið ABC-sangin saman við Jensinu Olsen og dansað afturvið, og í morgun høvdu vit eina lesiløtu saman.

Hetta gevur okkum nakrar smáar løtur at gleðast um í felag.

Deil