Føroyar lesa í Vestmanna skúla
08. oktober 2024
Vit í Vestmanna skúla meta lesiførleikar hava alstóran týdning fyri læringina, og tískil raðfesta vit teir høgt.
Í hesum sambandi høvdu vit Føroyar lesa á vitjan, har Emmy Joensen hevði eina frálíka framløgu, sum bar heitið:
Hvussu stuðla vit børnum okkara í fyrstu lesingini.
Áhoyrarnir vóru foreldur at næmingunum í báðum 1. flokkunum. Fyrilesturin var sera áhugarverdur, og foreldur vóru eisini ófør at seta spurningar.
Deil