Góðan læraradag!

05. oktober 2024

Altjóða læraradagurin er í dag. Hetta er ein serstakur dagur til at heiðra lærarar kring allan heim, og í Vestmanna skúla, hava vit heiðrað núverandi og fyrrverandi lærarum.

Síðan 1994 hevur dagurin varpað ljós á lærarans týdning og tann týdningarmikla leiklut, lærarar hava fyri framtíðina hjá børnum og ungum.

Hesin dagurin skal eisini varpa ljóðs á heimsmál nr. 4 hjá ST: Góðska í útbúgving.

Lærarar hava ein avgerandi leiklut í at tryggja, at øll børn og ung fáa góðskuútbúgving, ið er grundleggjandi fyri menning, javnrættindi og betri framtíðarmøguleikar.

Skúlablaðið skrivar soleiðis: “...Vit undirvísa, so at næmingarnir búnast at taka ábyrgd av sær sjálvum, næstanum og heiminum. Lærarar hava stóra ábyrgd og eina týdningarmikla uppgávu. Vit mugu standa saman um, at børn og ung verða væl útbúgvin til komandi tíðir – her heima og kring heimin...

Í ár er altjóða læraradagur ein leygardag, men vit kundu ikki lata hann fara fram við, og hildu hann longu í gjár.

Tað var serliga hugnaligt á lærarastovuni henda fríggjamorgunin. Fyrrverandi lærarar vóru bodnir til kaffimunn og køkubita, og tað vóru fleiri, sum stukku inn á gólvið. Har hoyrdist prát og látur frá starvsfeløgum, ið ikki høvdu sæst leingi. Summi høvdu arbeitt saman, meðan onnur hittu sínar fyrrverandi lærarar aftur.

Vit vilja takka okkara lærarum fyri áhaldni, eldhuga og stóra arbeiðið, teir gera fyri børn og ung í bygdini!

Góðan læraradag!

Leiðslan

Deil