Næmingamorgunsangur

27. september 2024

Fríggjadag hava vit næmingamorgunsang. Tað merkir at næmingar skipa fyri einumhvørjum til morgunsangin, veri tað seg eitt spæl, framsýning ella ein sangur. Í morgun lærdi 6. flokkur okkum at skera akur.

Farna vikuskifti var stórur partur av næmingunum í 6. flokki á legu við Ungum í dansi í Funningi, har teir lærdu gamla dansispælið ”Skera akur”. Nevndarlimur í Ungum í dansi segði okkum frá at spælið var so gott sum útdeytt, tá nakrir eldri tjørnuvíkingar lærdu tey spæla.

Gjøgnum vikuna hava 6. floksnæmingarnir verið at hoyrt í fríkorterinum, tá teir hava sungið og spælt omanfyrinevnda dansispæl, og í dag hava teir so lært øll í skúlanum at spæla.

Næmingarnir vístu fyrst spælið – Elin Maria slapp uppí, tí at spælið krevur stakt luttøkutal, og hon var glað við.

Síðan greiddi Óla Jákup frá reglunum. Tá sangurin er liðugur, ræður tað um at skunda sær at finna maka, so man ikki skal standa einsamallur í ringinum. Tað er ikki loyvt at finna sær ein sum man leiðir.

At enda sungu øll sangin í felag við tekstinum á uppvørpu, áðrenn øll spældu saman nøkur umfør. Nú er langtsíðani vit hava dansað, so tað var gott at byrja aftur.

Vit takka 6. flokki fyri at læra okkum hetta dansispælið, ið nærum er útdeytt, og gleða okkum at síggja hvat næmingarnir finna uppá í næstu viku.

Gott vikuskifti.

Deil