Næmingaráðsskeið
Týsdagin var næmingaráðið á skeið í Kollafirði.
Undirvísingarstýrið hevur gjørt av at seta sjóneykuna á næmingaráðsarbeiði. Hetta fyri at tryggja at næmingarnir bæði læra at virka í einum fólkaræði, og at tryggja at røddirnar hjá børnunum verða hoyrdar.
Næmingaráðini í Vestmanna skúla luttóku sjálvandi í hesum spennandi tiltaki saman við avvarandi lærarum.
Næmingarnir vóru í verkstovu fyri seg, meðan lærarnir høvdu eina fyri seg.
Hjá næmingunum var dentur lagdur á barnarættindi, umframt at næmingaráðini fingu høvi at velja sær nøkur hjartamál at arbeiða við heima í skúlunum. Næmingaráðini valdu sera ymiskt, men her hjá okkum var trivnaðurin ovast á breddanum. Bæði okkara næmingaráð ynsktu at syrgja fyri stuttleika í fríkorterunum og at arbeiða fyri felags tiltøkum næminganna millum, fyri at bøta um samanhaldið.
Lærararnir lærdu um hvussu allir næmingar blivu hoyrdir, hvussu mann fekk næmingaráðsarbeiðið sjónligt, umframt at teir fingu innlit í eina kanning sum UVS hevði gjørt, um hvat næmingar í næmingaráðum ynsktu at lærarar skuldu vera varir við, í næmingaráðsarbeiðinum. Hvat næmingavaldu umboðini ynsktu at læra og hvat tey ynsktu hjálp við.