Næmingaráðini hava skipað seg.
Seinastu tíðina hevur verið val-fepur í Vestmanna skúla, tí næmingaráðini skuldu mannast. Í dag høvdu næmingaráðini í Vestmanna skúla loksins fyrsta fundin, og nevndirnar eru skipaðar.
Vit hava tvey næmingaráð, eitt í grund- og miðdeild og eitt í hádeild. Mikudagin í farnu viku høvdu vit valfund, har valevnini sluppu at profilera seg. Tey prátaðu um tað, tey vildu útinna, sluppu tey inn.
Nógv varð lovað. Í grund og miðdeild ynsktu tey at bøta um umstøðurnar í skúlastovunum við flokskelidjóri, mikroovni og toastara.
Onkur vildi bøta um fríkorterini, lovaðu at arbeiða fyri inniloyvi seinna fríkorterið, okkurt stuttligt til skúlagarðin, og at fáa rununa á staðnum burtur.
Onkur djóravinur lovaði eisini at arbeiða fyri at fáa eina koala í skúlan.
Í hádeild lovaðu valevnini m.a. at arbeiða fyri at bøta um trivnaðin við meira atgongd til ítróttarhøllina, fleiri borðspølum og fleiri felagstiltøkum fyri at bøta um samanhaldið.
Týsdagin var loksins val, og nú hava næmingaráðini so skipað seg
Grund- og miðdeild:
- Formaður: Niklas Magnusarson Madsen
- Næstforkvinna: Ronja Souvy á Rógvi
- Kassameistari: Óla Jákup úr Dímun
- Røskva Sedea Simonsen
- Lív Elinardóttir
- Tórur úr Dímun
- Hanna Jákupsdóttir Hansen
- Mia Christophersen Jojic
- Magnus Fríði á Rógvi Joensen
- Fríði Joensen
- Alda Sólsker Olsen
- Fríði Høgnesen
Kristianna varar av næmingaráðnum og er skrivari.
Hádeild:
- Forkvinna: Kornelia Tomasia Negru
- Næstforkvinna: Marin Ró Bláhamar
- Kassameistari: Jóna Sólgerðardóttir Patursson
- Skrivari: Súnfríða Fonsdal Zachariasen
- Fríðrun Egilsdóttir Heinesen
- Sandra Magnusardóttir Madsen
Elin Maria varar av næmingaráðnum.
Næmingaráðsskeið í Kollafirði
Næst á skránni er næmingaráðsskeið í Kollafjarða skúla, har eitt umboð úr hvørjum flokki er boðið at luttaka.
Vit ynskja nývaldu næmingaráðunum blíðan byr, og gleða okkum at síggja hvat kemur burturúr.