Vestmanna skúli á Vestmannadøgum
Vestmanna komuna skipaði í farnu viku fyri Vestmannadøgum, og sjálvandi var Vestmanna skúli ein partur av hesum mentanartiltaki.
Grunddeild skipaði fyri litríkari sambaskrúðgongu, har næmingarnir vóru ílætnir festlig og litrík klæði, og settu rættan veitsludám á við heimagjørdum shakarum og bongotrummum. Heilt fitt av fólki var savnað at uppliva hesa stuttligu skrúðgongu.
Mið- og hádeild skipaðu fyri áhugaverdari fugla-, grót og steinaframsýning. Tey høvdu skrivað lærurík uppsløg um framsýningarlutirnar, sum gav teimum mongu vitjandi innlit í bæði jarðfrøði og fuglaheimin.
Til framsýningina varð skipað fyri eini kapping. Tey vitjandi kundu svara spurningum um fuglar og grót og á tann hátt vera við í lutakastinum um tveir ferðaseðlar við Sjóferðum undir Vestmannabjørgini.
Hepni Vinnarin var Ann-Mari Egholm. Vit ynskja henni hjartaliga tillukku.
Vestmannadagarnir eru av á hesum sinni, og vit gleða okkum longu til næsta ár.