Tíðaravmarkað lærarastarv í Vestmanna skúla
Tíðaravmarkað lærarastarv í Vestmanna skúla - skúlaárið 2024/2025
Ert tú eldhugaður lærari, ið brennir fyri at gera mun? Kundi tú hugsað tær at verið partur av einum ágrýtnum og kreativum toymi, har fakligheitin er í hásæti? So er Vestmanna skúli rætta arbeiðsplássið til tín.
Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar, setanarbrøkur er uml. 0,5. Endaligur setanarbrøkur verður settur 1. septembur. Tíðarskeiðið er frá 26. august til 20. desember 2024.
Skúlin hevur tørv á lærara, sum kann undirvísa í støddfrøði og føroyskum.
Vestmanna skúli er ein miðalstórur skúli við uml. 170 næmingum, sum virka í einum stuðlandi og mennandi læruumhvørvi. Skúlin er rótfestur í bygdarmentanini og liggur í náttúruvøkrum umhvørvi, beint við Gjógvará og viðarlundina, eitt hanagleiv frá bæði sandinum og haganum.
Vit leggja dent á at hava fakliga høgt støði, har næmingar og lærarar tráa eftir at røkka langt í felag. Skúlin er merktur av einum felagsskapi, har lærararnir altíð eru til reiðar at førleikamenna seg og royna nýggjar undirvísingarleiðir.
Vit leita eftir tær sum hevur hesar førleikar
- megnar at samstarva og samskifta
- er til reiðar at menna teg og skúlan
- hevur ein jaligan hugburð til næmingar og undirvísing
- dugir at fevna um ymisleikan og taka ábyrgd
Førleikakrøv
Tann, ið settur verður, skal hava læraraprógv og førleika at undirvísa í omanfyrinevndu lærugreinum.
Barnaváttan krevst í samband við setanina.
Lønar- og setanartreytir
Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið verður sett í lønarflokkunum 18.1-29.2 sambært avtalu millum Føroya lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir við CV, avrit prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 23.08.2024 kl. 12:00
Umsóknir verða stílaðar til Kristionnu Vinniedóttir, skúlastjóra, á kristianna.vinniedottir@skulin.fo. Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Kristionnu á tlf. 230100.