Prógvhandan
18. juni 2024
Enn eitt skúlaár er liðið, og í kvøld, 18. juni 2024, var prógvhandan fyri teir næmingar í 9. flokki, ið nú fara úr skúlanum
Skúlastýrið skipaði fyri hugnaligari samkomu í auluni, har ið næmingar, foreldur og lærarar høvdu høvi at savnast og minnast. Røðurnar vóru fleiri í tali, og heilt serligt var tað, tá ið Marius DC steig á pallin.
Vit takka 9. flokki fyri tíðina í Vestmanna skúla og ynskja teimum blíðan byr í komandi tíðum.
Deil