Lærari til Melina
Vit hava eitt lærarastarv í sertilboðinum Melini leyst at søkja til skúlaárið 2024/25
Lærarastarv til Melina í Vestmanna skúla - skúlaárið 2024/2025
Melin er sertilboð í Vestmanna skúla, har pláss er fyri 8 næmingum.
Søkt verður eftir:
- lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2024/25.
Vestmanna skúli er ein miðalstórur skúli við uml. 170 næmingum, sum virka í einum stuðlandi og mennandi læruumhvørvi. Skúlin er rótfestur í bygdarmentanini og liggur í náttúruvøkrum umhvørvi, beint við Gjógvará og viðarlundina, eitt hanagleiv frá bæði sandinum og haganum.
Vit leggja dent á at hava fakliga høgt støði, har næmingar og lærarar tráa eftir at røkka langt í felag. Skúlin er merktur av einum felagsskapi, har lærararnir altíð eru til reiðar at førleikamenna seg og royna nýggjar undirvísingarleiðir.
Vit leita eftir tær sum hevur hesar førleikar
- megnar at samstarva og samskifta
- er til reiðar at menna teg sjálvan og skúlan
- hevur ein jaligan hugburð til næmingar og undirvísing
- dugir at fevna ymisleikan og taka ábyrgd
Førleikakrøv
Tann, ið settur verður, skal hava læraraprógv og førleika at undirvísa í omanfyrinevndu lærugreinum.
Barnaváttan krevst í samband við setanina.
Lønar- og setanartreytir
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Størvini verða sett í lønarflokkunum 18.1-29.2 sambært avtalu millum Føroya lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir við CV, avrit prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 18.06.2024 kl. 12:00
Umsóknir verða stílaðar til Kristionnu Vinniedóttir, skúlastjóra á kristianna.vinniedottir@skulin.fo. Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Katrina í G. Olsen leiðara á Melini á tlf. 230105.