9. flokkur á námsferð

22. mai 2024

Frá 2.-9. mai hevur 9. flokkur húsast í Albir, Spanien. Tey hava havt eina stuttliga og læruríka viku, bæði fakliga og sosialt. Tey hava skrivað eina ferðafrásøgn, sum tit kunnu lesa her.

Hósdagur 2. mai

Í dag var fráferð. Hóast vit flugu tíðliga á morgni, var lív í - endiliga kom dagurin, sum vit høvdu glett okkum til í nærum eitt ár.
Vit styttu okkum stundir á flogferðini við at lita myndir og loysa krossorðagátur.
Hotellið hjá okkum er deiligt, og hevur svimjihyljar, vatnrutsjibanar, borðtennis, beach volley og alt møguligt stuttligt. Vit búgva í íbúðum, 3-4 í hvørjari.
Í dag var einki á skrá, vit fingu tíð at læra staðið at kenna og brúktu hana til at svimja, skreiða og sóla okkum.
Vit liggja mitt í býlinginum og hava allar hentleikar. Vit keyptu jarðber í matvøruhandlinum beint yvirav hotellinum, og stuttleikaðu okkum við at hyggja eftir øðrvísi vørum í kinesiska handlinum við síðuna av. Har eru leikur, køksútgerð og klæðir hvørt um annað - alt uttan matur.
Her eru fleiri aðrir flokkar frá øðrum skúlum, og vit hava ymiskt virksemi saman.
Í morgin fara vit til teambuilding, og tað gleða vit okkum til.

Fríggjadagur 3. mai

Tann næsta dagin høvdu vit team building á skránni. Vit vaknaðu og lótu okkum í klæðir sum passaðu til dagin. Síðani fóru vit at eta morgunmat, maturin var hampuliga góður, okkurt var gott og okkurt var ikki líka gott. Aftaná morgunmatin skuldu vit øll møtast í reseptiónini, síðani fóru vit oman á ein vøll ið var beint við hotelli har vit búðu. Har gjørdu vit team building, vit spældu ymisk spøl t.d. togtugan og eitt spæl har man tók lítlar glas kúlir við tærnum og koyrdi tær í eina spann. Vit spældu eisini eitt slag av capture the flag-hala spæl. Aftaná team building fóru vit heim aftur í íbúðina hjá okkum at skifta í svimjiklæðir og fóru út í hylin. Vit svumu ikki so leingi men fóru at sóla okkum heldur. Summi fóru at keypa í einari stórari sølumiðstøð. Tey sum ikki fóru, svumu longri ella fóru upp at gera okkurt annað. Tá øll komu heim aftur, fóru vit at eta døgurða. Aftaná døgurða fóru øll í íbúðina eina løtu og síðani fóru øll yvir til pallin uftanfyri har ymisk stuttlig spøl vóru á skránni.  
Hesin dagurin var rættiliga góður, og vit høvdu nógva frítíð, har vit sluppu at gera tað, vit vildu. Tað stuttligasta við degnum var at svimja í vatnlandinum ið var inni í hotellinum. 

Leygardagur 4. mai

Í dag fóru vit á strondina at sóla okkum og svimja, og tá vit høvdu verið har í 1:30 tíma byrjaðu fólk at fara heim aftur til hotellið og so fóru vit í brús, áðrenn vit fóru við taxa til eitt shopping sentur sum vit vóru í 2 tímar, síðani fóru vit heim at eta og slappaðu av, og so fóru vit at eta, og tað kvøldið skipaði Sólorka fyri postarenning sum var ógvuliga stuttlig.

Sunnudagur 5. mai

Vit vaknaðu tíðliga um morgunin og fóru at eta morgunmat. Síðani fór flokkurin oman til ein marknað, ið er opin hvønn sunnudag. Har kundi man keypa alt møguligt, men tað var ikki nógv, ið var ordiligt, t.d sá eg einar adadas sokkar og eina guggi t-shirt. Tá ið vit vóru farin frá marknaðinum, vildu fleiri sóla sær. Vit fylgdust yvir til svimjihylin. Tað vóru 28 gradir og sólin bakaði, so vit skundaðu okkum í svimjihylin, prøvaðu russjibanarnar aftur og løgdu okkum so á sólstólarnar, har ið vit bakaðu í eina tíð. Tá ið hitin bleiv ov sterkur, og vit ikki kláraðu at sóla okkum meira fóru vit ein lítlan gongutúr oman í eina matstovu sum eitur “Popeyes Chicken”. Veðrið var gott og tað tók bara 10 minuttir at ganga oman til matstovuna. Tað smakkaði ordiliga gott, og vit vóru sera mettir aftaná. Tá ið vit komu heim vóru vit so móðir, at vit løgdu okkum at sova beinan vegin.

Mánadagur 6. mai

Í dag fóru vit ein busstúr til Guadalest, sum er ein vøkur fjallabygd, har vitjaðu vit ein søguligan skansa og eitt slot sum var bygt uml. í 10. øld, men í 1600-talinum var ein jarðskjálvti, sum oyðilegði eitt stórt petti av slottinum. Vit sluppu eisini at síggja tortursavnið, har vit sóu fleiri torture amboð, sum tey brúktu fyrr í tíðini. Tað hildu vit vera ordiliga ólekkurt at síggja. 
Aftaná vit høvdu verið í Guadalest, gekk leiðin til Fuentes (Fossarnar). Ferðin tók 40 minuttir við bussi, og vit vóru sera spent, tí útfrá tí vit høvdu sæð á myndum, sá tað sera vakurt út. Vit komu og fóru beint at leita eftir einum fossi, ið var nóg djúpur at hoppa í. Tá vit funnu ein, vóru tað nógv sum ikki troystaðu sær at hoppa útí. Men tá vit gjørdu tað var tað slett ikki kalt. Fossarnir vóru so flottir, men veðrið var ikki av tí allar besta tann dagin, tíverri. Aftaná vóru øll svong, so vit fóru í eina matstovu at eta burgara. Síðani gekk leiðin heim.
Tá vit komu heim fór hugnaløtan skjótt at byrja. Men hesaferð sluppu vit næmingar at skipa fyri undirhaldinum. Tað var ikki so nemt sum vit hildu. Vit hugsaðu allan dagin langan um hvat undirhald, vit skuldu gera, men vit løgdu høvdini saman og funnu 3 spøl at spæla. Vit valdu at spæla ballón spæl, har 2 eru saman og skulu bresta fleiri ballónir, flyta skittles í eina skál og eitt reaktións øvilsi, meðan ein spælur “høvd, akslar, knø og tær”.  
Tað gekk skjótt fyri seg at skaffa tað, sum skuldi til, til spølini. Vit keyptu inn og spurdu so starvsfólkini á hotellinum um rest. Tað var einki problem at fáa hjálp frá teimum, tí tey vóru so ómetaliga fitt við okkum. Síðani fóru vit at eta døgurða. 
Tá hugnaløtan byrjaði stóð skúlin við Streymin fyri tí fyrsta undirhaldinum, har tey gjørdu eitt spæl, um ein fekk eygnakontakt so var ein úr spælinum. Aftaná skuldu vit niðan á pallin. Har spældu vit tey 3 spølini og tað gekk væl og tað var ordiliga stuttligt. Vit valdu nemliga at takað 2 starvsfólk hjá Sólorku niðan á pallin, eftir sum tey høvdu biðið okkum komið so ofta niðan á pallin øll hini hugnakvøldini ;)
Skúlatrøð fortaldi søgu, dansaðu og sungu teirra sang í einari føroyskari versjón av “I want it that way” av Backstreet Boys. Og ØLL fingu sangin inn í høvdið og vit sungu hann fleiri ferð ígjøgnum vikuna :'D
Kambsdalur skipaði fyri finnlenskari polka spurnarkapping. Tvøroyra skúli gjørdi, at ein skuldi finna lutir. Og til allar síðst endaðu vit hugnakvøldi vid rundferðini og øll fóru saman í eitt “tok”.
 
 
Tá vit høvdu haft tað so stuttligt og hugnaligt, byrjaðu vit at blíva móð, og tað nærkaðist songartíð, men sjálvandi fóru øll ikki í song ;) Vit sótu saman í einum kamari og prátaðu inntil eitt skríggj hoyrdist úti á gongini. Tá var ein flogmús komin inn í gongina ígjøgnum eitt opið vindeyga. Tað var øgiligt. Tað hoyrdist skríggj í eini 20 minuttir, har vit royndu at reka flogmúsina út við ymskum lutum, sum vóru í kamarinum, men einki hjálpti og vit skríggjaðu bara meira, stakkals nábúgvar :'D Sjálvt um vit vóru eitt sindur bangin, var tað uppá onkran máta eisini stuttligt, at flogmúsin kom inn at vitja okkum. Tá hon fleyg út, hugdu vit runt á gongina og sóu fleiri seingjarløk, koddar, teppir og handkløð o.a. sløðast runt. Vit flentu øgiligt at øllum óruddinum, vit høvdu gjørt :'D Aftaná ein langan og stuttligan dag byrjaði orkan at vera uppi, og vit sóu fram til næsta dagin. 

Týsdagur 7. mai

Í dag byrjaðu vit dagin við at fara ein busstúr til stórbýin Valencia. Vit fóru fyrst at vitja Evropa smalasta hús, ið er 1,07m. Síðani fóru vit til ein marknað, har man fann alt millum himal og jørð, sum frukt, kjøt, nøtir og annað ymiskt. Eftir tað fóru vit í eina dómkirkju har vit fingu oyramikrofonir at lurta eftir einari frágreiðing um alt ið var inni har. Inni har var eisini tann heilagi kalikurin, sum var brúktur til heilagu kvøldmáltíðina. Síðani fóru vit til eitt vísindaligt museum har tað ber til at royna og nerta við alt møguligt ymiskt. Vit ótu eisini matpakka í vøkru parkini. Endaðu túrin við at fara í størsta akvarinumið í Evropa. Har vóru vit millum annað til eitt delfinframvísing. Seinni gekk túrurin heim og beint til poolparty. Til poolparty dansaðu vit, sungu og stuttleikaðu okkum.
Vit gleða okkum til seinasta dag ímorgin…

Mikudagur 8. mai

Í dag er mikudagur okkara síðsti dagur í Spania, tað keðiliga var, at vit blivu vit vakt kl.07:30. Síðani gjørdu vit okkum klár, pakkaðu svimjiklæðir, handklæð, skiftiklæðir o.s.v. og fóru so at eta morgunmat. Aftaná morgunmatin møttust vit øll í móttøkuni og sótu so har og bíðaðu eftir bussinum. Busstúrin tók um leið 1 tíma og 45 min. Vit øll vóru sera spent at sleppa at uppliva river rafting fyri fyrstu ferð. Tá vit komu fram til har vit skuldu, var ein maður ið forkláraði okkum reglarnir og hvussu tað fór at fara fram. River rafting túrurin fór sirka at taka 3 tímar og var sirka 14km langur. Av tíð at tað var ein kapping um hvør var fyrst vóru vit eyka spent. Tá vit vóru komin hálvegis við bátunum, steðgaðu vit og ótu sandwich. Síðani fóru vit í aftur bátarnar. Beint áðrenn vit komu til endan gjørdu genturnar og dreingirnir í flokkinum av at vit skuldu hanga saman, so øll vunnu. Tað vit vóru liðug, fóru vit líka undir brús at skola okkum og so í bussin aftur. Tá vit komu aftur til hotellið fóru vit aftur undir brús. Hesaferð vaskaðu vit okkum orduligt við sápu og gjørdu okkum klár til galla døguðra. Áðrenn vit ótu døguðra, fingu øll í flokkinum sær eina spray on tattovering, frá tveimum konum ið málaðu og gjørdu tattoveringar. Tá vit ótu døguðra finguð vit at vita hvør hevði vunnið postarenningina og eina aðra kappin, ið eisini hevdi verið meðan vit vóru í Spania. Vestmanna skúli vann báðar kappingarnar, og fingu tvey steyp og tveir posar við góðgæti. Meðan vit ótu døguðra sótu vit eisini og sungu, prátaðu og hugnaðu okkum sera nógv. Eftir døguðran fóru vit út, at lurta eftir einum tónleikabólki ið var komin at spæla fyri okkum. Síðani fóru vit aftur til hotellið at slappa av og práta, og tá fingu vit at vita at vit ikki fóru at missa telefonirnar. Tað vóru eini sera góð boð. Gjøgnum kvøldið sótu nøkur inni og prátaðu og onnur vóru úti. Seinni fóru øll inn í sítt kamar og løgdu seg at sova.

Seinasti dagur - Túrurin heim

Ja, so kom seinast dagurin. Vit vóru øll tíðliga uppi. Ótu morgunmat og ruddaðu íbúðirnar. Tað gekk serstakliga væl. Ein seinasta túr yvir til kinverjan, at keypa tinganest, náddu vit eisini.
Túrurin út á flogvøllin gekk upp á stás. Onkur bleiv steðgaður í trygdareftirlitinum, og fekk helst pulsin at duka eitt sindur harðari enn vanligt.
Onkur var eitt sindur bangin at flúgva og fekk okkurt stillandi fyri tað. Sum so ofta tá mann ferðast, skuldu vit standa sum seyður í rætt, í einari sloku, eina góða løtu. Tað eru vit ikki so von við her heima.
Túrurin við AA gekk fínt heim. Næmingarnir hugnaðu sær saman við hinum skúlanæmingunum, ið eisini høvdu verið á námsferð. Onkur kanska var kanska meira sorgarbundin enn onkur annar.
Sum heild má sigast at okkara næmingar vóru fyrimyndarligir. Stuttligt at ferðast við so fittum og festligum næmingum.
Vit ynskja øllum næmingunum í 9. flokki góða eydnu við próvtøkunum.

Deil