Vanlig skúlagongd niðurløgd

21. mai 2024

Vegna manglandi reinføri ísv. verkfallið er tillagað virksemi í skúlanum. Henda kunning er galdandi, til vit fáa nærri boð.

Grunddeild og miðdeild

Næmingar møta ikki í skúla, men skulu fylgja við á vikuætlanini, hvat tey skulu gera. Mangla bøkur o.a. tilfar, ber til at koma eftir tí mikudagin 22. mai 2024 millum kl. 8.00 og 9.50.

 

Hádeild

Næmingar í hádeild møta til skrivliga próvtøku. Sí tíðarkarmar á heimasíðuni. 

Allir næmingar fara til munnliga roynd, flokslærararnir kunna um nágreiniligu tíðirnar. Fylgið við á vikuætlanini.

 

Lærarar

Lærarar møta til arbeiðis sum vant.

Deil