Vitjan í Løgtinginum og KVF

14. mai 2024

Mánadagin 13. mai var 7. flokkur í Havn og vitjaði Løgtingið og KVF.

Næmingarnir sótu spentir og lurtaðu, meðan løgtingslimirnir umrøddu uppskotið um løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (pengarnir fylgja barninum). Tað var eisini stuttligt at tosa við politikkararnar, sum komu at spyrja inn til hvørji vit vóru.
Hareftir ótu vit í SMS, soleiðis at vit vóru klár at fara í KVF til rundvísing og upptøku.
Í KVF vísti Jonna Fritsdóttir Mortensen vísti okkum runt, og vit sluppu eisini at taka upp, bæði ein sang og eina samrøðu.
Tøkningurin vísti næmingunum hvussu tað ber til at klippa samrøðurnar, soleiðis at tað ljóðar sum okkurt heilt annað verður sagt.
Vit høvdu ein góðan og læruríkan dag.

Deil