707 bøkur lisnar

22. mars 2024

Nú eru vinnararnir í kappingini um at lesa gular bøkur drignir.

Næmingarnir í grund- og miðdeild tóku væl ímóti kappingini um at lesa gular bøkur, og lósu tls. 707 bøkur hesar báðar vikurnar, kappingin hevur verið.

Í dag vóru so vinnararnir drignir, og Emma Sofía í 3. flokki og Rún í 4. flokki vunnu hvør sítt gula páskaregg. Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við vinninginum og góðan lesihug.

Við hesum fara vit at ynskja øllum góða páskafrítíð og gleðiligar páskir. Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur týsdagin 2. apríl.

Deil