Takk fyri stuðulin - og ikki minst løtuna!

20. mars 2024

Tað var ein sera hugnalig løta, vit fingu saman til grannakaffi í skúlanum.

Nógv fólk var komið á gátt. Fólk úr nærumhvørvinum, men eisini næmingar og lærarar úr Sørvágs skúla vóru komnir ta longu leiðina til Vestmanna.

Sum lýst frammanundan, høvdu næmingarnir valt sangir til sangløtu, og ein kapping var á skránni. Ólavur Højgaard, Niels Olsen, Hallgrím Miðberg og Holgar Jacobsen spældu nøkur løg, sum settu dám á tiltakið.

Tað er stuttligt at fáa høvi at savna bygdarfólkið, umframt at hitta nýggjar vinir aðrastaðni frá, samstundis sum man stuðlar einum góðum endamáli.

Vit takka fyri stuðulin og hugnaligu løtuna.

 

Deil