4. flokkur slapp víðari í Skúlaleikum

19. mars 2024

Rørslugleði, felagsskapur og "øll skulu við" eru yvirskriftirnar tá skúlaleikir eru á skrá.

Í hesum døgum eru undanumfør í skúlaleikum, har skúlaflokkar úr øllum landinum luttaka.
Hetta er ítróttarkapping, sum ÍSF skipar fyri, og hjá 4. flokkunum eru tað flogbóltur og frælsur ítróttur, ið eru á skránni.
Tað sum er serliga gott við hesi kapping, er at næmingarnir stuðla hvør øðrum allan vegin.
Vit ynskja 4. flokki hjartaliga tillukku, og heppa uppá tey, tá finalan er.
Vit eru errin av hesum dugnaligu næmingum.

Deil