Okkara 9. flokkur vann

08. mars 2024

Tað var stuttligt í morgunsangi, tá 4 fremmandafólk komu inn við konfettibumbum, júst sum 9. flokkur var liðugur at skipa fyri morgunsangi. 9. flokkur hevði nevniliga vunnið filmskappingina "Tryggari Internet", sum SSP skipa fyri saman Við Nema og Føroya Tele

Saman um netið skriva soleiðis: Vinnarin, av Tryggari internet kappingini, gjørdist 9.flokkur í Vestmanna skúla. 
Flokkurin hevur framleitt ein film, ið lýsir lokking og kynsliga avnoyðslu. Filmurin vekir nógvar kenslur og tankar hjá hyggjaranum og hevur ein sera greiðan boðskap.
Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við avrikinum 

Vit eru sera errin av 9. flokki, sum við egnari drívmegi, og sera lítlari vegleiðing frá lærarunum, hevur framleitt filmin.

Hjartaliga tillukku við flotta avrikinum.

Deil