Grannakaffi 20. mars

07. mars 2024

Ein partur av at ganga í skúla er at læra at hjálpa, eisini teimum sum longu hjálpa, og í ár skipar Vestmanna skúli fyri Grannakaffi 20. mars frá kl 9:50-11:20. Øll eru hjartaliga vælkomin - stór sum smá.

Mikudagin 20. mars frá kl 9:50-11:20, verður Grannakaffi í høllini í Vestmanna skúla. Næmingar í skúlanum skipa fyri sangløtu, síðani verður ein steðgur, har høvi verður at fáa sær kaffi, okkurt søtt afturvið og eitt gott prát. Kl 10:30 verður skipað fyri undirhaldið og Ólavur Højgaard, Niels Olsen, Holgar Jacobsen og Hallgrím Miðberg spæla nøkur løg.

Vit vóna at tit koma at halda eina hugnaliga løtu saman við okkum, samstundis sum vit stuðla Krabbameinsfelagið.

*Grannakaffi er innsavning hjá Krabbameinsfelagnum, har fólk kunnu gera sína egnu innsavning til frama fyri Krabbameinsfelagið. Tað standa bússur runt í hølinum, har man kann lata eina peningagávu til Krabbameinsfelagið.

Deil