Jólakonsert í Vestmanna skúla
Seinastu vikuna hava allir teir næmingar úr 3.-6. flokki, sum høvdu hug, vant jólasangir. Hetta tí at messingkvintettin K.Ó.J.A.K í 47. viku hevur ferðast til fýra skúlar í Føroyum til tess at syngja jólasangir saman við skúlabørnum.
Kvintettin vitjaði fríggjadagin Vestmanna skúla, og saman við eini 20 syngjandi børnum høvdu tey konsert í auluni.
Leygardagin 25. november gongur leiðin til Hátún á musikkskúlanum í Havn. Har verður konsert kl. 16.30, og Vestmannabørn fara at framføra "Lítla fitta nissa mín" og "Pakkaberin Gemalius". Eisini fara tey saman við børnum frá hinum skúlunum at framføra "Nissumamma og nissupápi" og "Nú er jólatíð" hjá Bubu.
Barnaútvarpið var og vitjaði kórvenjingina týsdagin, og tit kunnu hoyra sendingina her.
Sí eisini filmsbrot frá konsertini her: