Evnisvika

21. november 2023

Í farnu viku var evnisvika í grund- og miðdeild í Vestmanna skúla. Evnið var list, og næmingarnir hava arbeitt við hugtakinum list, og gjørt málningar at prýða skúla og skúlagarð.

Báðar deildirnar valdu at arbeiða við kvæðum. Næmingarnir í miðdeild arbeiddu tvørtur um árgangir, og málaðu í felag søgugongdina í Brestiskvæðinum á stórar plátur, ið framyvir fara at prýða skúlagarðin.

Næmingarnir í grunddeild arbeiddu floksvís við Nykursvísu. Teir vóru fyrst á útferð í Havn, har tey vitjaðu listasavnið, og fingu enntá óvæntað boðið at vitja Politistøðna. Børnini hava eisini dansað føroyskan dans og málað og teknað nykursvísu, sum skal prýða gongina í grunddeild.

Tey hava eisini verið í køkinum og fingist við matlist.

Ein góð og hugkveikjandi vika, har næmingarnir sluppu at kava niðurí øðrvísi tilfar og nýta síni handaligu evni.

Deil