Endurlýsing eftir lærara
Søkt verður eftir lærara í farloyvisstarv at byrja 15. novembur 2023. Starvið verður sett til og við 21. juni 2024.
Endurlýsing
Lærari til Vestmanna skúla
Søkt verður eftir lærara í farloyvisstarv at byrja 15. novembur 2023. Starvið verður sett til og við 21. juni 2024.
Í Vestmanna skúla ganga uml. 170 næmingar í 1. - 9. flokki. Skúlin er skipaður við tveimum bygningum. Í eldra bygninginum á Kongsteigum húsast 1. - 6. flokkur, meðan næmingar í hádeild halda til í Frammibø, bygninginum við ítróttarhøllini. Harumframt hevur Vestmanna skúli serskúlatilboðið Melina.
Um starvið
Okkum tørvar ein dugnaligan lærara, ið kann undirvísa í føroyskum, donskum og kristni. Flestu tímarnir eru í grund- og miðdeild, men tað eru eisini nakrir tímar í hádeild.
Í farloyvisstarvinum fært tú ein tíðandi leiklut í okkara læruumhvørvi, og tú fært møguleikan at ávirka menningina hjá næmingunum positivt.
Førleikakrøv
Tann, ið settur verður í starv, skal hava læraraútbúgving og førleikar í viðkomandi lærugreinum.
Vit leita eftir lærara, ið:
- er fakliga væl fyri
- hevur góð samstarvsevni
- hevur eitt breitt menniskjasýni
- er eldhugaður og hevur áræði at taka stig
- er sinnaður at skapa hugkveikjandi og næmingalagaða undirvísing.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at tann, sum verður settur, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1-29.2. Lønarbrotið er 1.0.
Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 13. november 2023, og skulu sendast til t-post: vestmanna@skulin.fo
Nærri kunning fæst við at seta seg í samband við Kristionnu Jacobsen, skúlastjóra á tlf. 230100, ella á t-posti: kristianna.jacobsen@skulin.fo