Lærari til Vestmanna skúla

03. oktober 2023

Søkt verður eftir lærara í farloyvisstarv at byrja 1. novembur. Starvið verður sett til og við 21. juli 2024.

Í Vestmanna skúla ganga uml. 170 næmingar í 1. - 9. flokki. Skúlin er skipaður við tveimum bygningum. Í eldra bygninginum á Kongsteigum húsast 1. - 6. flokkur, meðan næmingar í hádeild halda til í Frammibø, bygninginum við ítróttarhøllini. Harumframt hevur Vestmanna skúli serskúlatilboðið Melina.

Vit stremba móti at veita næmingunum undirvísing av høgari góðsku í einum jaligum læruumhvørvi.

 

Um starvið

Okkum tørvar ein dugnaligan lærara, ið kann undirvísa í føroyskum, donskum og kristni. Flestu tímarnir eru í grund- og miðdeild, men tað eru eisini nakrir tímar í hádeild.

Í farloyvisstarvinum fært tú ein tíðandi leiklut í okkara læruumhvørvi, og tú fært møguleikan at ávirka menningina hjá næmingunum positivt.

 

Førleikakrøv

Tann, ið settur verður í starv, skal hava læraraútbúgving og førleikar í viðkomandi lærugreinum.

Vit leita eftir lærara, ið:

-          er fakliga væl fyri

-          hevur góð samstarvsevni

-          hevur eitt breitt menniskjasýni

-          er eldhugaður og hevur áræði at taka stig

-          er sinnaður at skapa hugkveikjandi, næmingalagaða undirvísing.

 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at tann, sum verður settur, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1-29.2.

 

Umsóknir:

Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 17. oktobur 2023, og skulu sendast til t-post: vestmanna@skulin.fo

Nærri kunning fæst við at seta seg í samband við Elin Mariu Olsen, varaskúlastjóra á tlf. 230101, ella á t-posti: elin.maria.olsen@skulin.fo

Deil