Altjóða lesidagur

08. september 2023

Í dag høvdu bæði stór og smá í Vestmanna skúla hvør sína bók við til morgunsang. Tað er altjóða lesidagur, og tí valdu vit at byrja dagin við eini felags lesiløtu.

Eftir morgunsangin var lesiløta í 20 minuttir. Næmingar í 1. og 2. flokki fóru í flokshølini, har lærararnir lósu søgu, meðan øll hini, næmingar og lærarar, settu seg at lesa í auluni í 20 minuttir.

Hetta var ein hugnalig løta, sum næmingarnir vóru glaðir fyri. Nakrir spurdu enntá um teir ikki kundu lesa meira, tá liðugt var.

Deil