Námsfrøðiligur stuðul í Vestmanna skúla

28. august 2023

Søkt verður eftir einum námsfrøðiligum stuðli í farloyvisstarv at byrja so skjótt, sum til ber. Lønarbrotið er 0,74 og starvið verður sett til og við 31. aug. 2024.

Í Vestmanna skúla ganga 168 næmingar í 1. – 9. flokki 

Skúlin er skipaður við tveimum bygningum. Í tí eldra bygninginum við Kongsteigar ganga 1. -6. flokkur, hádeild heldur til í Frammibø, bygninginum við ítróttarhøllini. Harumframt hevur Vestmanna skúli serskúlatilboðið Melina.

Um starvið  

Starvið fevnir millum annað um saman við læraranum at skipa dagin hjá næmingum í grunddeild, ið hava avbjóðingar í gerandisdegnum. Starvið er í vanligum skúlaflokkum.  

Førleikar: 

Okkum tørvar ein námsfrøðing, sum  

  • hevur hegni og dirvi at loysa truplar støður
  • tekur ábyrgd
  • dugir at samstarva og er rúmligur.  

Lønar og setanartreytir: 

Tann, ið settur verður í starv, skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Søkir eingin við skikkaðari útbúgving, kann hjálparfólk verða sett í staðin.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pædagogfelag.                Námsfrøðilig stuðulsstørv verða lønt í lønarflokki 11-24.

Hjálparfólk verða flokkað í lønarflokki 3-9.

Umsóknir: 

Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. sept. 2023.

Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Onnu Maria Reinert Jensen, skúlastjóra á tlf. 470100 & 230100, ella á t-posti: anna.maria.jensen@skulin.fo  

Deil