Filmsbrot: Martin Joensen heiðraður í morgunsangi

25. august 2023

Í sambandi við at Martin Joensen fyllir 70 ár sunnudagin, hava næmingarnir sungið sangir, sum hann hevur yrkt ella umsett, alla vikuna.

Summir flokkar hava eisini arbeitt við yrkingum, og aðrir við myndunum hjá Martini, vit hava hangandi her í skúlanum. Arbeiðið hevur gingið væl og næmingarnir eru hugtiknir av listini.

Vit hava sungið:

  • Kyss ein eingil hvønn morgun
  • Morgun
  • Vestmannakvøðu
  • Leygarkvøld í Havn

Serliga vakurt er at hoyra næmingarnar syngja Vestmannakvøðu, sum lýsir bygdina ótrúliga væl.

Vit hava eisini tikið til okkum Til lukku frá mær, sum føðingardagssang í skúlanum.

Vit ynskja Martini Joensen hjartaliga til lukku við runda føðingardegnum, og takka fyri listina, hann ríkar okkum við.

Deil